Russiski admiralurin Viktor Sokolov, tann hægstráðandi í russiska Svartahavsflotanum, doyði í ukrainska álopinum fríggjadagin á høvuðsstøðina í Sevastopol á Krim-hálvoynni.
Tað skriva ukrainskar serdeildir (SSO) á Telegram.
Umframt serdeildirnar hevur ráðgevin hjá ukrainska innlendismálaráðharranum, Anton Herasjtjenko, somu tíðindi við mynd av admiralinum á X, skrivar TV 2.
Commander of the Russian Black Sea Fleet admiral Viktor Sokolov died in the missile strike on the Fleet's headquarters, along with 34 more officers. 105 more were wounded. The building is not suitable for restoration - Special Operations Forces of Ukraine. pic.twitter.com/2EQHl7WxJy
— Anton Gerashchenko (@Gerashchenko_en) September 25, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo