Í hesum døgum fyrireika 5-6 milliónir bahá'íar kring heimin seg til hátíðarhald í sambandi við, at tað eru liðin tvey hundrað ár, síðan Bahá'u'lláh, stovnarin av bahá'í trúnni, var borin í heim. Føðingardagurin verður hildin við nógvum ymiskum tiltøkum tann 22. oktober í meira enn 100.000 býum og bygdum kring
allan heimin. Sostatt fara fólk av túsundtals etniskum uppruna at luttaka í einum samskipaðum hátíðarhaldi í øllum heimspørtum.
Longu nú hava nógvir mentanar- og tjóðarleiðarar sent bahá’í samfeløgum kring heimin ynski um góða eydnu við 200 ára hátíðarhaldinum. Harímillum eru forsætisráðharrin í Nýsælandi, Bill English, sum ynskti bahá‘í samfelagnum til lukku á hesum merkisverda vegamóti í teirra søgu. Malcolm Turnbull, forsætisráðharri Avstraliu, fagnaði hesum tilburði við einum sera hugaligum brævi til bahá’íar í landinum. Pakistanski tinglimurin Asiya Nasir helt ein minnisfund í pakistanska tjóðartinginum í sambandi við tvey hundrað ára føðingardagin undir yvirskriftini „Jørðin er einans eitt land“.
Í Argentina hava myndugleikarnir bæði í Santa Fe og Rosario sent videoheilsur til bahá’i samfeløg kring allan heimin ígjøgnum bahá’í heimsmiðstøðina í Haifa, Ísrael. Borgarstjórin í eysturríkska býnum Bruck an der Leitha helt hátíðarstevnu í sambandi við 200 ára føðingardagin á ráðhúsinum tann 8. september. Stevnan varð hildin til heiðurs fyri Bahá'u'lláh og hansara tignarliga boðskap um frið, viðurkenning og virðing fyri øllum heimsins religiónum. Nógv lukkuynski eru komin frá nógvum mentanarligum og borgaraligum stovnum og einstaklingum. Tvey lond í Evropa, Eysturríki og Týskland, hava givið út vøkur frímerki tvey hundrað ára degnum til áminningar. Fleiri lond fyrireika slíkar frímerkjaútgávur føðingardegnum til heiðurs . Berik Aryn, ráðharri fyri átrúnaðarlig viðurskifti o.a. í Kasakstan segði millum annað í brævi til bahá’í trúarsamfelagið í landinum, at hann vónaði, at bahá’í samfelagið ígjøgnum sítt andliga virksemi og ótroyttandi og áhaldandi boðskapin um sátt og semju millum tjóðir og fólkasløg fór at halda fram við sínum arbeiði at styrkja um vinabandið millum ymiskar trúarbólkar og borgaraligar stovnar í Kasakstan, bæði innan kristindóm og islam.
Bahá'í trúgvin er ein heimsreligión og høvuðsboðskapurin í læru Bahá'u'lláh er eind mannaættarinnar.
Bahá’íar síggja fyri sær sameindan heim við alheims áskoðan, sum kann sameina allar tjóðir og fólkasløg í hesum mentanarliga fjølbroytta heimi.
Í sínum víðfevndu lærum leggur Bahá’u’lláh stóran dent á, at tann einstaki má granska óheft og sjálvstøðugt eftir sannleika, samstundis sum nágreiniliga er skipað fyri andligum og samfelagsligum stovnum. Alt bendir hetta á ta sannroynd, at mannaættin upplivir í okkara døgum kollveltandi tíðarskifti, eina óbroytandi menning, sum kann samanberast við ta gongdina í mannalívinum, tá ungdómurin búnast og verður fullvaksin.
Orðini hjá Berik Aryn um at styrkja vinabandið millum ymisk trúarsamfeløg minna nógv um tann søguliga tingfundin, sum ríkisdagurin í Brasilia helt fyri nógvum árum síðani til tess at heiðra Bahá'u'lláh, hansara lív og opinbering, og til at viðgera týdningin av hansara læru, tá ið 100 ár vóru liðin frá deyða hansara í 1892. Ein navnframur tinglimur, Luis Gushiken, greiddi á hesum fundi frá lívi og læru Bahá'u'lláh. Gushiken segði, at skriftirnar hjá Bahá'u'lláh máttu metast sum „stórfingnastu trúarbókmentir sum vóru runnar úr penninum hjá einum persóni.” Hann legði afturat, at tann gløggi lesarin mátti varnast tann serliga hugtakandi tónan í skriftunum hjá Bahá'u'lláh, har tær grundleggjandi moralsku lærurnar í heimsins stóru religiónum, sjálvt grundarlagið undir farnum siðmenningum, verða uppafturtiknar og orðaðar av nýggjum. Bahá'u'lláh skrivaði um sosial viðurskifti og nógvar viðkomandi politiskar og filosofiskar spurningar eitt nú um státsmanskynstur, vísindi, felags trygd, leiklutin hjá fjølmiðlunum, altjóða mál, búskaparlig viðurskifti, lív á øðrum planetum, læknavísindi, dreymar, umhvørvi, orku, alheimsstjórn, landbúnað, mentan og nógv annað. Skriftirnar eftir Bahá'u'lláh, ið telja okkurt um hundrað bind tilsamans, eru í dag grundarlagið undir heimsins yngsta átrúnaði, Bahá'í trúnni. Hetta er ein trúgv, hvørs viðhaldsfólk framvegis verða illa forfylgd í Iran, men sum hevur megnað at rokkið nærum hvørjum einasta króki á jørðini við sínum boðskapi. Kjarnan í læru Bahá'u'lláh er, at tjóðir og fólkasløg kunnu og mugu sameinast, um friður skal valda á jørðini, men tað ómetaliga stóra fjølbroytni í heimsins mentan og menning verður varðveitt. Bahá'u'lláh lærir, at bert ein Guð er til, og at allir heimsins átrúnaðir hava sín uppruna í honum. Allir hesir átrúnaðir hava hvør í sínum lagi havt somu endamál, at vísa menniskjunum vegin til Harra sín, at læra tey at liva saman í sátt og semju og at fyrireika tey til lívið aftaná hetta.
At maður og kvinna eru fullkomiliga javnsett, og at kvinnur fara at verða høvuðsorsøkin til varandi frið í heiminum er eitt grundleggjandi tema í læru Bahá'u'lláh. Hann staðfestir eisini, at vit mugu hava eitt altjóða hjálpartungumál, ein altjóða dómstól, alheims mát og vekt, eina altjóða búskaparliga skipan. Sambært Bahá'u'lláh fara rættvísi og friður at valda, tá ið fólk fata, at allar religiónir eru sum greinar á sama træi, har rótin er Gud.
Tíverri er tað so, at hvønn dag, sum fer, økist vandin fyri, at eldarnir, sum kykna upp úr trúarfordómum, fara at festa í heimsumfatandi stóreld. Avleiðingarnar duga vit illa at hugsa okkum. Sovorðnum vanda er fólkavald stjórn ikki før fyri at vinna á, fær hon ongan stuðul. Hendan kreppan eggjar tí øllum tjóðum og fólkasløgum til at leggja tað farna afturum og taka sær nýggjar partar fyri. Við hetta stóra vegamót fær kravið um nýggjan hugburð ikki verið týðiligari. "Góð mannakor, friður og trygd manna millum, fáast ikki," leggur Bahá'u'lláh áherðslu á, "uttan at og fyrr enn mannaættin er væl og virðiliga samanrunnin."
Hesi orðini hjá Bahá'u'lláh siga frá eini livandi vón, sum bahá’íar kring allan heimin knýta til framtíðina:
„Hetta er dagurin, tá ið Guðs mest framúrskarandi góðvild er floymd út yvir menniskjuni, dagurin, tá ið Hansara mest máttmikla náði hevur fylt allar skaptar lutir. Tað hvílir á øllum heimsins fólkasløgum at sættast um tað, sum skilir tey, og í fullkomnari eind og friði at dvølja í skugganum undir Hansara træi av umsorgan og miskunn. Tað sømir seg teimum at halda fast við alt tað, sum á hesum degi fer at elva til, at tey hevja seg upp á eitt hægri støði, og sum fremur vælferð teirra.“
Edvard T. Jónsson
Bahá’i samfelagið í Føroyum
www.bahai.fo <http://www.bahai.fo/>
bicentenary.bahai.org <http://bicentenary.bahai.org/>
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo