Tann sum ruddar altíð, hann ruddar ongantíð
- Johan Restorff

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Arnon og Eran í Ísrael. Teirra forfedrar vórðu riknir úr Yemen og Irak. Men teir síggja seg ikki sum flóttar, og eru komnir til sættis við fortíðina. Teir síggja seg sum frælsar menn. Og alt árið fram til 7 okt. í fjør nýttu teir m.a. sítt frælsi til hvørja viku at mótmæla víðgongdu stjórnini, sum hevur ræðið í Ísrael

Arnon og Eran í Ísrael. Teirra forfedrar vórðu riknir úr Yemen og Irak. Men teir síggja seg ikki sum flóttar, og eru komnir til sættis við fortíðina. Teir síggja seg sum frælsar menn. Og alt árið fram til 7 okt. í fjør nýttu teir m.a. sítt frælsi til hvørja viku at mótmæla víðgongdu stjórnini, sum hevur ræðið í Ísrael

Arnon og Eran í Ísrael. Teirra forfedrar vórðu riknir úr Yemen og Irak. Men teir síggja seg ikki sum flóttar, og eru komnir til sættis við fortíðina. Teir síggja seg sum frælsar menn. Og alt árið fram til 7 okt. í fjør nýttu teir m.a. sítt frælsi til hvørja viku at mótmæla víðgongdu stjórnini, sum hevur ræðið í Ísrael

Frælsi er títt vakra navn
Góðlæti er tín stolta móðir
Rættvísi er tín bróðir, friðurin tín systir
Stríðið er tín faðir, framtíðin tín ábyrgd.

Frælsi.

Tað eru 1000 vakrir sangir um hetta orðið. Tað eru eisini nógvar akademiskar lýsingar av tí.

Men fyri nógv okkara merkir tað ikki meira enn tað. Frælsi er eitt pluss-orð, sum vit nýta í sveimandi yrkingum og akademiskum kjakum.

Frælsið er bara her. Líka náttúrligt sum luftin, vit anda.

Men tað er heimsins størsta ranghugsan. Og tað ófatiligt, at fólk í Europa, eftir bara fá áratíggju við frælsi, halda tað vera nátturligt.

Frælsi er ikki reglan – frælsi er undantakið. Bara 20% av heimsins íbúgvum kunnu sigast at vera frælsir.

Frælsi er heldur ikki flákrandi, men púra ítøkiligt.

Og einki hevur so stóran týdning, sum tað.

Um vit eiga ein bil ella ikki hevur ávísan týdning fyri partar av okkara lívi. Um vit eiga ella ikki eiga frælsi, hevur djúptøkan týdning fyri alt okkara lív.

Kann eg siga hvat eg vil – ella ei. Kann eg meina og trúgva hvat eg vil – ella ei. Kann eg skipa meg frítt – ella ei. Kann eg lata meg í sum eg vil – ella ei. Kann eg velja mínar politisku leiðarar – ella ei. Verjir staturin meg – ella hóttir hann meg.

Tað kann ikki vera meir ítøkiligt.

Nakrar ferðir
Ein møguleiki, sum frælsi gevur okkum, er, at vit kunnu ferðast frítt. Tann møguleikan havi eg brúkt nógv farna árið.

Í novembur í fjør var eg í Mykolajev í Ukraina, har ófrælsisins kreftir høvdu bumbað havnina, vatnveitingina, vinnubygningar og bygningar hjá myndugleikum.

Ukrainar vita, hvat eitt lív í frælsi er. Tað er eitt lív uttan bumbur. Eitt trygt lív. Ja – í síðsta enda eitt lív. Og teir stríðast lívsins stríð. Ikki bara teirra vegna, men eisini okkara vegna.

Í januar var eg, sum 5.000 aðrir føroyingar, í Berlin. Har stóð eg við øðrum beininum í tí gamla Vesturberlin og hinum í tí gamla Eysturberlin. Múrurin, sum var mark millum frælsi og ófrælsi, var bara fáar centimetrar tjúkkur. Men tað var allur heimurin á muni, um tú búði hesumegin ella hinumegin. Týskarar vita, hvat frælsi er, og tí eru teir – endiliga – traðkaðir út úr skugganum av øðrum verðaldarbardaga, og verja Europa við at stuðla Ukraina, so tað munar.

Eg havi eisini verið í tveimum baltiskum londum í ár. Tað vóru fræls, so blivu tey tikin av Sovjet og blivu ófræls – og so blivu tey aftur fræls. Tey eru sum ein maður, ið ósekur varð settur í fongsul, og nú er leyslatin. Baltar kenna russisku hóttanina. Tí stuðla teir Ukraina alt, sum teir megna.

Í septembur var eg í Armenia og hugdi inn í Iran, Turkaland  og Aserbadjan. Eg hitti nøkur av teimum 100.000, sum blivu rikin burtur úr Nagorno Karabakh fyri einum góðum ári síðani. Tey vita, hvat frælsi er.

Síðst í oktobur var eg í Suðurkorea, har eg bara 40 metrar frá markinum til Norðurkorea hugdi inn hetta ófrælsisins land. Eg sá tríggjar vápnaðar hermenn sum vendu mær ryggin, og hugdu at einum træ. Fyrst skilti eg ikki hví – men so sá eg tað: Ein gartnari klipti greinarnar á trænum. Tað var vandi fyri, at hann flýggjaði teir fáu metrarnar yvir í frælsið. Tí mátti hann arbeiða undir trimum løddum byrsum.

Gartnarin visti, hvat frælsi er.

Ísrael
Fyrst í oktobur var eg í Ísrael og hugdi inn í helviti á jørð - Gaza. Eitt øki, sum í skjótt 20 ár hevur verið stýrt av eini islamistiskari kult, ið hevur sligið hart niður á allan kritikk og einhvønn sjálvstøðugan, frían tanka og gerning.

Sum eysturtýskarar gjørdu og sum norðurkoreanarar gera, so síggja gazabúgvar frælsið hinumegin hegnið.

Teir vita, hvat frælsi er.

Teir kundu átt lut í frælsinum gjøgnum sín egna stat, høvdu teirra leiðarar nýtt møguleikan at skipa statin. Í staðin er tann tragiski veruleikin, at flestu palestinar í Gaza eru føddir inn í ein status sum flóttar. Flóttar, sum fyrst vóru hersettir, síðani avbyrgdir – og nú eru offur í kríggi.

Fyrst mentalt hersettir av eini nihilistiskari hugsjón, har málið er at fremja jihad móti ísraelum og doyggja sum pínslaváttur  – og tí eisini hersettir av ísraelska herinum. Síðani mentalt avbyrgdir av hesi hugsjón – og tí eisini av ísraelska herinum. Til endans bleiv farið í kríggj fyri hesa hugsjón – og tí eisini í kríggj móti Ísraelska herinum.

Tað er ein ræðuligur, ræðuligur sorgarleikur.

Frælsi í køkinum
Eg hitti á mín ferð sjálvur tveir menn, hvørs forfedrar vórðu riknir heimanífrá.

Tá ein maður í Onglandi hoyrdi, at eg skuldi til Ísraels, skrivaði hann til mín. Eg kendi hann ikki, men hann hevði búð í Føroyum í tvey ár, og vildi fegin afturløna gestablídnið, hann hevði upplivað her. So hann setti beiggja sín og ein vin í sving.

Eg fekk boð um at standa á eini tokstøð í Tel Aviv tíðliga ein morgun, har hesir báðir menninir, sum høvdu tikið frí frá arbeiði fyri mína skyld, heintaðu meg.

Tað gjørdist ein áhugaverdur dagur. Menninir arbeiddu innan vatnveiting, og fakligi stoltleikin var stórur. Eg havi hoyrt søgurnar um, hvussu ísraelar fingu oyðimørkina at blóma, og tað var hugtakandi at síggja við egnum eygum.

Menninir vóru eftirkomarar av flóttum úr Irak og Yemen. Og meðan vit sótu í køkinum hjá øðrum í hansara kibbutz, hugsaði eg, at hóast vit vóru fá, so vóru vit fjølbroytt.

Ein var slektaður úr Yemen, ein úr Irak, ein úr Argentina, ein úr Póllandi – og so eg, gesturin úr Føroyum.

Og gesturin hugsaði, at tað var imponerandi, at hesi fólk, sum vándar kreftir høvdu rikið heimanífrá, funnu saman.

Tað var orsakað av religiónini hjá forfedrunum, at teir vóru riknir til Ísraels – men tað var ikki religiónin, sum sameindu hesi fólkini nú.

Hetta var níggjunda oktobur, og vit fylgdu rakettálopum úr Iran og Yemen in real time. Beint við køksborðið stóðu taskur við tí mest neyðuga, um ordrar komu um, at vit skuldu í bumbuskýlið.

Tað var hugvekjandi, at forfedrarnir hjá monnunum vóru riknir TIL Ísraels, og nú vóru teir sjálvir undir álopi Í Ísrael – m.a. úr Irak og Yemen, teirra upphavi.

Sonur annan bardist móti vandamiklum, men ósjónligum fíggindum í tí ræðuliga krígnum í Gaza.
Inni í køkinum í kibbutzini var eingin ivi um, hvat tað var, sum sameindi hesi fólkini:

Tað var tilvitanin um, hvat frælsi er og hvat tað er vert. Og so var tað kærleikin til landið, sum hevði givið teimum møguleikan at liva eitt lív í frælsi.

Ævigir flóttar
At reka menniskju burtur úr teirri heimi og landi er altíð ræðuligt.

Útraksturin av arabarum úr núverandi Ísrael í 1948. Av jødum úr londum í Miðeystri eftir tað. Av sýrum í 2016.

Av ukrainum í 2022. Av armenum í fjør.

Tað er alt ræðuligt.

Flóttar eru ófræls offur. Men tað leiðir bert til meir ófrælsi, um hetta eisini definerar samleikan hjá teirra eftirkomarum, sum hava aðrar møguleikar.

Menninir, sum tóku sær av mær í Ísrael, vóru ikki defineraðir av síni lagnu. Teir vóru eftirkomarar av flóttum – men sjálvir vóru teir ikki flóttar. Og teir høvdu einki krav um at sleppa aftur til Yemen og Irak, og reka tey burtur, sum nú búgva har, sum teirra forfredrar einaferð búðu.

Men eftirkomarar av einum heilt serligum slagi av flóttum – palestinar – blíva í ST-skipanini við at verða roknaðir sum flóttar í fleiri ættarlið. Uttan mun til, hvar teir búgva og hvørjar møguleikar, teir hava har.
Júst tí liva nøkur av hesum fólkum í eini illusión um, at tey skulu reka burtur eftirkomararnar av teimum, sum róku teirra forfredrar burtur, tá Ísrael varð stovnað.

Tað er teirra vitleysa rakstrarróp – From the River to the Sea – sum rungar í gøtunum í Europa í hesum døgum.

Hetta førir ikki til frælsi. Tað førir bara til, at hesi fólk gerast trælir av eini fortíð, sum aldrin kemur aftur.

Koma til sættis við lagnuna
Viðhvørt kann ein totaliter ideologi halda fólki føstum í ófrælsinum, og forða fyri sosialari, mentanarligari og búskaparligari framgongd.

Tað snýr seg um allar ideologiir, sum gera menniskja til ein miðil heldur enn eitt mál: Fasismu, kommunismu og ótamda kapitalismu. Men tað ger seg serliga galdandi fyri islamismu, har religión og politikkur er eitt og tað sama, og har ideologiin tí tekur kvørkratak um alt menniskjað.

Stundum mugu fólk stríða seg fram til frælsi hjá sær og sínum eftirkomarum. Men viðhvørt verða fólk ikki fræls fyrr enn tey loysa seg frá eini totaliterari ideologi, koma til sættis við sína fortíð, og gera seg leys av sínum samleika sum offur.

Tað er eitt val, og tað er lættari sagt enn gjørt – og nógv lættari sagt enn gjørt fyri ein føroying, hvørs ætt aldrin er burturrikin.

Men tað var eitt val, sum mínir vinir í Ísrael høvdu gjørt.

Teir høvdu ikki gloymt sína fortíð og lagnu - men teir vóru komnir til sættis við hana. Teir vóru ikki offur fyri henni.

Tað var tað, sum gjørdi teir frælsar í teirra nýggja landi.

Hetta frælsi høvdu teir – eitt heilt ár áðrenn álopið 7. oktober – brúkt til hvørja viku at mótmæla stjórnini hjá Netanyahu, sum teir halda sera lítið um.

Tí frælsi er ikki en støða. Tað er ein møguleiki, sum verður veruleiki, tá hann verður brúktur.

Vit eiga sum einstaklingar og land at brúka møguleikan til altíð at standa saman við teimum, sum umboða frælsið og stríðast fyri tí.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo