Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Fyri veður fekk amerikanski herflotamálaráðharrin, Carlos Del Toro ikki lent í Vágum í gjár, og tí varð ætlaða vitjanin í Føroyum avlýst. Í dag hevur tí talgildur fundur verið ímillum amerikanska herflotaráðharran og Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum.
Á fundinum umrøddu ráðharrarnir eitt nú hvussu trygdarpolitiskt og búskaparligt haldføri verður tryggja í norðurhøvum. Báðir partar eru samdir um, at Føroyar eiga ein týdningarmiklan leiklut, og eigur beinleiðis samskifti ímillum føroyskar og amerikanskar myndugleikar at verða raðfest.
Carlos Del Toro takkaði fyri gott samstarv og dygdargóðar tænastuveitingar, m.a. í samband við kavbátavitjanir seinastu árini.
Herflotamálaráðharrin var væl kunnaður um føroysk viðurskifti og viðurkendi, at á fiskiveiðuøkinum hava Føroyar serlig áhugamál at røkja. Tí takkaði hann fyri tiltøkini, ið Føroyar hava sett í verk ímóti Russlandi. Eisini takkaði hann fyri tann stuðul Føroyar hava veitt Ukraina.
Ráðharrarnir umrøddu eisini onnur viðurskifti, eitt nú nýggju føroysku sendistovuna í Washington og møguligt samstarv millum Føroyar og USA um netrygd.
Carlos Del Toro harmaðist um, at vitjanin ikki eydnaðist hesaferð, men vónaði at finna nýtt høvi at vitja Føroyar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo