Leivdirnar av tropisku ódnini «Oscar» hava kós hendavegin og kunnu raka okkum leygardagin.
Ódnarveðrið er í Atlantshavinum eystan fyri Bermuda, og er ein kategori 2-ódn. Tað mentist í gjár og hevur kós hendavegin, sambært útlendskum veðurstovum, millum annað National Hurricane Center.
Ódnin «Oscar» er tann áttanda navngivna tropiska syklonin í Atlantshavinum higartil í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo