Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyski U15 hópurin saman við venjarum og leiðarum til EfB Elite Cup 2024 - Mynd: www.FSF.fo

Føroyski U15 hópurin saman við venjarum og leiðarum til EfB Elite Cup 2024 - Mynd: www.FSF.fo

Føroyski U15 hópurin saman við venjarum og leiðarum til EfB Elite Cup 2024 - Mynd: www.FSF.fo

FSF: – Vit spældu seks dystir, har okkara dreingir vórðu avbjóðaðir eitt sindur meir enn vanligt. Teir stríddust fyrimyndarliga, og tað var eisini hugaligt at síggja, at teir tordu at spæla fótbólt í pressaðum støðum. So eg eri væl nøgdur við tað, ið vit sóu frá okkara dreingjum hesar dagarnar.

Tað sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum frá 6. til 11. mai tóku lut í EfB Elite Cup, ið er ein fótbóltsstevna, sum á hvørjum ári verður fyriskipað í Esbjerg í Danmark.

Føroysku mótstøðuliðini vóru klubblið úr Danmark, Noregi og Svøríki. Úrtøkan gjørdist tríggir sigrar, tveir javnleikir og eitt tap, og samlaði málmunurin var 8-5 til Føroyar. Jónas Fossabrúgv skoraði trý mál, Emil Ludvig skoraði tvey, meðan William Hansen, Emil Linklett og Pætur Højgaard gjørdu hvør sítt mál.

– Tað var eisini deiligt at síggja, at nógv av tí, ið vit hava lagt dent á undir venjing, sást aftur í dysti. Millum annað riggaði serliga væl at leggja verjuspælið frammaliga á vøllinum, har okkara fremstu skuldu leggja høgt press. Spælararnir vístu dirvi, og tað var sera positivt at vit megnaðu at skora í øllum dystunum, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni hjá U15 dreingjunum er UEFA menningarkapping, sum verður í Albania í oktober.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo