Triðja krimi-skaldsøgan, HORVNA RÓSAN, eftir Steintór Rasmussen verður løgd fram í Spaniustovu úti í Klaksvík flaggdagin 25. apríl, klokkan 16, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Á skránni:
Pætur við Keldu, syngur og spælur
Signhild W. Johannesen, vegna Klaksvíkar Býráð
Ragnhild Ellingsgaard tosar við høvundan
Aftan á verður kaffibarr, har borðreitt verður við brellbitum, bjór, breyði, bakstri og einum betri útboði av bókum um bindiklubban og brotssøgur tess.
Kærleiki og fananskapur spyr ikki um politiskan lit, trúgv ella mentan.
Horvna Rósan er søgan um eitt føroyskt frændaveldi, har rotinskapur og líkasæla elir fram tað versta í tí besta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo