Vinnuhúsið: Sosialir miðlar fylla støðugt meira, men samstundis er eitt nú telefonin vorðin ein integreraður partur av gerandisdegnum.
Hetta er í størstan mun eitt gott og hent tól, ið eisini kann hjálpa okkum í arbeiðsdegnum. Tó fylgja eisini ávísar avbjóðingar við.
Tað er ofta skjótt frá tanka til gerð, og tað kann eisini gera seg galdandi, tá ið talan er um sosialar miðlar.
Ein óheppin mynd ella útsøgn, ið verður løgd út á sosialu miðlarnar, kann fáa avleiðingar fyri arbeiðsgevaran.
Arbeiðsgevarar hava tí ofta brúk fyri yvirskipaðum mannagongdum fyri, hvussu starvsfólkið handferð sosialar miðlar í arbeiðstíð.
Starvsfólk hevur eina loyalitetsskyldu mótvegis arbeiðsgevaranum, og loyalitetsskyldan er eisini galdandi fyri at brúka sosialar miðlar.
Brot á loyalitetsskylduna kunnu føra til ávaring, uppsøgn ella í ringasta føri eina burturvísing.
Í slíkum støðum kann verða hent at hava mannagongdir fyri brúk av sosialum miðlum, soleiðis at arbeiðsgevari og starvsfólk eru á bylgjulongd í mun til treytir, ið eru galdandi fyri arbeiðsplássið.
Kunningarfundurin var fyri limafyritøkum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum, og nógv fólk møttu.
Til kunningartiltakið vóru tað Jórun Gardar og Alvi Hjelm, ráðgevar hjá Vinnuhúsinum, ið løgdu framm.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo