Tórsfest: Eftir trý ára steðg av koronufarsóttini, er Tórsfest aftur á skrá.
Tórsfest er gamla Ólavsøkukonsertin, sum fyrstuferð varð fyriskipað úti á Skansanum í 1986. Síðan 2012 hevur Tórshavnar ítróttarráð fyriskipað Ólavsøkukonsertina, og í 2014 broytti konsertin navn til Tórsfest, og flutti samstundis niðan á Vaglið í Havn.
Skráin er á tremur við góðum tónleikarum, heimstjørnum og lokalum stjørnum, og fyrireikarirnir eru sera spentir til at skapa eina rimmar veitslu og tónleikauppliving, síðsta leygarkvøldið fyri Ólavsøku – 22.juli.
Forsølan til ársins Tórsfest, byrjar nú hósdagin 16.mars kl 12:00.
Mánadagin 20.mars verður fyrsta stóra útlendska navnið avdúkað og er tað nógv at gleða seg til, siga fyrireikarirnir.
Tórsfest 2023 í samstarvi við OY, Burger King, eta, Føroya Tele, effo, Atlantic Airways og betri trygging.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo