Tann sum ruddar altíð, hann ruddar ongantíð
- Johan Restorff

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

SST: Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon hevur gjørt avtalu við Torkil Veyhe um at gerast landsliðsvenjari hjá landsliðunum í súkkling og triathlon.

Avtalan millum partarnar er í fyrstu atløgu galdandi fram til árslok 2027.

Í hesum tíðarskeiðinum eru stóru altjóða avbjóðingarnar fyrst og fremst oyggjaleikirnir í Orkney næsta summar og oyggjaleikirnir í Føroyum 2027.

Hóast úrslitini í hesum ítróttagreinunum eru tiltikið trupul at spáa um, tí so nógvir faktorar kunnu ávirka kappingina, hava Føroyar fleiri ferðir staðið seg væl á oyggjaleikum í teimum.

Og fremsti føroyski íðkarin hevur verið Torkil Veyhe, sum veruliga gjørdi hol í sjógvin við at royna seg sum yrkisítróttafólk innan súkkling.

Torkil hevur umframt sínar egnu royndir sum íðkari í fremstu røð innan súkkling, eisini royndir sum venjari hjá altjóða súkklarum við á skjáttuni.

Vónin er, at fjølbroyttu royndirnar og førleikarnir hjá Torkili fara at hjálpa okkara frermstu súkkling- og triathloníðkarum at mennast enn meiri og fara at gera sannlíkindini fyri føroyskum heiðursmerkjum komandi árini so góð, sum tilber.

Hjartaliga vælkomin, Torkil, og bestu eydnu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo