Tað dregur út at fáa uppskotið hjá landsstýrinum um at leggja uppí verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum samtykt í tinginum.
Tað er soleiðis, at uppskotið skal hava tríggjar viðgerðir í tinginum, og ímillum fyrstu og aðru viðgerð skal álit skrivast. Tað er eftir øllum at døma orðaljóðið í hesum álitinum sum limirnir í Rættarnevndini togast um.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna, hevur boðað frá, at freistin at koma við álitinum er sett til klokkan 17. So kemur uppskotið til aðru viðgerð og tingið atkvøður áðrenn uppskotið skal til triðju viðgerð.
Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi er forkvinna í Rættarnevndini, har andstøðan í tinginum annars er í meiriluta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo