Tingið kemur saman klokkan 11.30 í morgin.
Eittans mál er á skránni, tað er framløga.
Talan er óivað um at viðgera støðuna viðvíkjandi verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, tí fundurin er komin á skránna í dag, eftir at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava gjørt av at taka av øll undantøkini frá verkfallinum frá í morgin klokkan 16 at rokna.
Aksel Johannesen, løgmaður, hevur fyrr í kvøld róð framundir, at vísa partarnir ikki veruligan vilja at nærkast í kvøld, so verður tingið kalla saman í morgin, tí sjúkrahúsverkið ikki kann virka uttan sjúkrarøktarfrøðingar.
Tá er mest sannlíkt, at seinasta uppskotið til seming frá semingsstovninum verður gjørt til lóg.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo