Countryfestivalurin í Sørvági hevur nú verið í 5 ár, og tá er einki meira natúrligt enn at kendi bólkurin Tinganest verður við.
Tað verða teir fýra Magnus á Stongum, Jóan Jakku Guttesen, Holgar Jacobsen og Finnur J. Jacobsen sum fara at tríva í teir góðu slagararnar, sum hava gjørt Tinganest til ein tann kendasta bólkin í Føroyum nakrantíð.
Gleði tykkum til eina konsert við Tinganest leygarkvøldi 11. juni. Komi á Country -& Blues festival, tað verður festligt!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo