Seinastu fýra árini er talið á avrættingum í heiminum minkað hvørt ár. Í fjør skrásetti Amnesty International 657 avrættingar, og tað er samstundis tað minsta í 10 ár.
Onki land í Europa uttan Hvítarussland brúkar avrætting sum revsing, sigur Amnesty.
Men tað eru í veruleikanum nøkur fá lond sum fremja nærum allar avrættingarnar.
Fýra lond, Saudi-Arabia, Iran, Irak og Egyptaland framdu 86% av øllum avrættingunum í heiminum í fjør, og Iran var landið, sum framdi nógv tær flestu avrættingarnar (254), ímeðan Saudi-Arabia setti met og avrættaði fleiri enn nakrantíð (184).
Blóðugasti dagurin í Saudi-Arabia var 23. apríl í fjør, tá 32 fólk vórðu avrættað. Amesty sigur, at tey í Saudi-Arabia brúka píning fyri at fáa fólk at játta seg sekan.
Tað eru tó stór myrkatøl, tí fleiri lond, serliga Kina og Norðurkorea, vilja ikki upplýsa, hvussu nógv fólk tey avrætta.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo