Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kommuna: Innskrivingin í forskúla, frítíðarskúla og skúla verður nú talgild í Tórshavnar kommunu. Tað vil siga, at foreldur kunnu nýta talgildu bókingarskipanina BARN, tá tey skriva børnini inn í skúla í desember og januar í ár. Fyri at rita inn í skipanina skulu foreldur útvega sær innritingarskipanina MínLykil og postskipanina MínBoks.

Bókingarskipanin BARN verður frammanundan nýtt til bóking av dagstovnaplássum. Skúlainnskrivingin er tó ein meira einføld loysn, har foreldur stutt sagt bara skulu rita inn og síðan velja, um tey ynskja at innskriva barnið í:

- Forskúla
- Forskúla og frítíðarskúla
- Frítíðarskúla hjá forskúla
- Skúla
- Skúla og frítíðarskúla 1. og 2. flokkur
- Frítíðarskúla hjá 3. flokki

Kommunan og viðkomandi skúli viðgera síðan innskrivingina, áðrenn hon verður endaliga váttað.

Gongur sum ætlað, letur skipanin upp  17. desember og verður opin til og við 17. januar 2021. Vit kunna meira um tað á kommunalu heimasíðuni og á sosialu miðlunum.

Gevið gætur, at fyri at innrita í BARN er neyðugt, at foreldur bíleggja sær innritingarskipanina MínLykil og postskipanina MínBoks. Skilagott er at bíleggja sær skipanirnar longur nú, tí tað kann taka nakrar dagar at gera tær virknar.

MínLykil og MínBoks kunnu bíleggjast her: 

Bílegg MínLykil (verður umsitið av Elektron)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo