Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á landgrunninum hava vit roynt eftir toski við snøri, línu, snellu, troli og gørnum. Snøri verður í dag ikki brúkt vinnuliga. Snella verður næstan ikki brúkt. Flestu garnaleiðir eru stongdar og gørn verða tí ikki brúkt. Trol verður brúkt, men frægastu leiðir eru stongdar og tí er troling eftir toski rættuliga avmarka. Lína er avmarka, men ikki eins nógv og trol. Stórur partur av toski verður í dag veiddur við húki.

Tað eru ávísir rættuliga stórir munur á línu- og trolveiðu. Teir hava stóran týdning fyri fiskifrøði.

Tá toskur stendur tættur ber til at fiska stórar nøgdir við troli uppá stutta tíð. Tað er ikki óvanligt, við troli, at fáa sera nógv í 1-2 dagar og undir miðal restina av túrinum og allíkavæl gera ein góðan túr.

Toskur, sum fær nógv at eta, tekur ikki húk. Í 1995 sóu vit hetta sama og aftur í 2017. Tað prógvaðu teir við visindaligum trolroyndum umleið 1970, tá eiðismenn søgdu at onki fekst við húki. Enntá upplýstu teir, í notati frá royndunum, at hetta var gomul vitan. Á sumri etur toskur aðra føði og tekur ikki agn.

Trol fiskar tosk sum er svangur, men har svangur toskur vanliga heldur til, er so langt millum toskarnar, at tað ikki loysir seg at trola.

Lína fiskar í stóran mun tosk, sum er svangur. Vísandilig grein er um hetta. Tað kann eisini prógvast, við hagtølum, at úrtøkan av línufiski er lægri enn av trolfiski. Besta veiðan nakrantíð, við línu var í 2019. Fyri 182 árum síðan, í 1842, var nakað sum minnir um. Í 1985, 1997 og 2003 var veiðan sera góð við húki, men ikki nær námind av 2019.

Orsøk er at halda, at vanliga eru 10-30% av samlaða toskastovninum svangur. Tað merkir, við ávísari óvissu, at trol kann veiða 70-90% og lína kann veiða 10-30%  av toskastovninum. Hetta út frá fyribils útrokningum av norskum data og útrokningum av data frá Havstovuni, eg havi gjørt saman við øðrum.

Bæði trol og lína fáa mest, tá toskastovnurin er stórur. 10% svangur toskur av 100.000 tonsum er dupult so nógv sum 25% av 20.000 tonsum. Tó fær trol tosk 1-2 ár fyrr enn lína.

Trol fiskar á leið 50% av tí sum er fyri, vísa onkrar royndir. Av og á eru torvur so stórar, at til ber at fiska í fleiri dagar á somu leið. Lína fiskar næstan alt, sum er fyri og tí kann sama mið, bara troytast 2-4 ferðir hvønn mána. Lína má flyta næstu setu, sjálvt um nógvur fiskur er. Kanska ½ fjóðring. Tá lítið er at fáa, geva fleiri húkar somu nøgd sum færri húkar. Lína setur 30-150 stampar pr. dag, alt eftir stødd á skipi/báti. Tað er ójavnt hvussu nógv er á hvørjum stampi og veiða verður oftast útrokna sum miðal pr. stamp.

Út frá hesum eru ábendingar um, at veiða vit meira við troli, fær línan eisini meira. Hetta bleiv eisini sagt av vísindini fyri meira enn 50 árum síðan. Stórsta nøgdin veidd nakað ár við húki er gott 20.000 tons við øgiliga nógvum skipum og bátum. Tað er í mesta lagi 60% av samlaðu toskaveiðuni. Tá vit fiskaðu 40.000 tons í 30 unum, var næstan alt veitt við troli og tað manglaði ongantíð fiskur. Báðu megin 1960 var nakað tað sama, tó at tá var royndin við húki væl størri enn í 30unum.

Vit hyggja eftir fortreytunum og samanbera tær við tað nevnt er í 1-3 parti. Tey modell Havfrøðin brúkar, samsvara illa við fiskiveiðu. Við øðrum orðum, so eru sera greiðar ábendingar um at modellini eru skeiv.

Í næsta parti viðgerða vit modell ICES og Havstovan brúka.

Eivind Jacobsen
Granskari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo