VP hevur áður skrivað um støðuna í Noregi viðvíkjandi gummikúlum frá graslíkisvøllum sum fúka út í náttúruna, men støðan er ikki nógv frægari í Føroyum.
Tað dokumenterar heimasíðan hjá Jens-Kjeld Jensen, sum hevur lagt fleiri myndir út av hvussu sær út í Sjóvar kommunu.
Kringvarpið hevði í kvøld eitt innslag um tað sama, har sagt verður at á Strondum eru stórar mongdir av granulati endaðar í fjøruni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo