Svávulskýggj frá gosinum í Íslandi hava seinastu tíðina nærkast Europa, tað hevur veðurlagstænastan hjá ES, Copernicus, sent út ávaring um.
Talan er tó neyvan um eins ógvuslig skýggj sum tey frá Eyjafjallajøkli í 2010, tá øll flogferðslan í Europa lá lamin. Tá var tað fyrst og fremst øska, hesaferð er tað mest svávuldioxid sum ger skýggini.
Skýggini hava longu rakt Írland og Stórabretland, og har liggja Føroyar á leiðini úr Íslandi. Í gjár raktu tey skandinavisku hálvoynna, og fara víðari hagani til Eystrasalt, Pólland, Baltisku londini og Russland í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo