Seks ára gamla Faye kom seinnapartin mánadagin heim úr skúlanum við skúlabussinum. Hon kom heim til heim teirra í Cayce í amerikanska deilstatinum South Carolina.
Serinni fór hon so út í urtagarðin at spæla, og stutt eftir tað, umleið klokkan 15.45, varnaðust foreldrini at gentan var horvin.
Ein tíma seinni settu foreldrini seg í samband við løgregluna, og nú eru um 250 løgreglufólk komin upp í málið í eini roynd at finna gentuna. FBI er eisini við í leitingini.
– Vit vóna tað besta. Vit vilja hava Faye heim aftur. Vit venda øllum steinum og brúka alla orku sum vit hava, so vit finna hana aftur, sigur Evan Antley í Cayce Department of Public Safety við CNN.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo