Mangt bendir á, at elprísurin fer upp.
Nevndin í SEV fer á eykaaðalfundinum sum verður í dag at skjóta upp, at elprísurin skal hækka við 10 oyrum fyri kilowatt tíman. Elveitingareftirlitið hevur longu góðkent hækkingina.
Prísurin lækkaði annars fimm oyru í ár og við somu upphædd í fjør. So nú hækkar prísurin við somu upphædd, sum hann seinastu tvey árini er lækkaður
John Zachariasen, formaður í SEV sigur við VP, at tað eru útbyggingirnar hjá SEV sum gera, at tað nú er neyðugt at hækka prísin.
- SEV fer at hava ein vinning uppá 80 milliónir krónur næsta ár, treytað av at vit sleppa at hækka prísin, sigur John Zachariassen við VP. Hann sigur, at ein slík hækking er neyðug fyri at hava ein góðan og sunnan búskap.
Um aðalfundurin góðtekur hækkingina fer streymurin upp á nýggjárinum.
Hækkingin er galdandi fyri allar brúkarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo