Landsbankin: Handilsjavnin er útflutningurin av vørum minus innflutningin av vørum. Handilsjavnin vísti eitt yvirskot á 998 mió. kr. í desember 2023, meðan hann uttan skip og flogfør var 2.036 mió. kr.
Í 2023 minkaði útflutningsvirðið nakað av botnfiski og alifiski, meðan økti útflutningurin av svartkjafti sum fiskaúrdráttur vaks munandi um útflutningin í bæði nøgd og virði. Fiskaprísirnir vóru góðir fyrra hálvár í 2023, men vóru fallandi seinna hálvár. Prísirnir á fiskamjøli, fóðri og serliga lýsi, vóru hinvegin høgir alt 2023, og verða væntandi framvegis høgir fyrstu mánaðirnar av 2024.
Hetta kom serliga av minni innflutningi av brennievni; ikki í nøgdum, men tí oljuprísurin er lækkaður aftur. Innflutningur av ‘rávøru til fiskavirking’ og alifóðri hava hinvegin togað innflutningsvirðið upp í 2023. Innflutningur av rávøru til fiskavirking er serliga toskur og ídnaðarfiskur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo