Á valinum í desembur kom Sjálvstýri ikki upp um tinggáttina og fekk onki umboð valt í Løgtingið.
Síðani hava tey arbeitt við at halda lív í og endurstovna flokkin, og tað arbeiði gongur væl, sambært Norðoya Sjálvstýrisfelag, sum gongur undan í so máta. Í tíðindaskrivi í morgun verður sagt, at hóast bert 800 undirskriftir eru neyðugar, so hava longu yvir 1.000 skrivað undir.
- Undirskriftirnar skulu nú sendast kommununum til góðkenningar og verða síðani sendar til avvarandi landsstýrismann, sigur Sámal Petur í Grund, stigtakari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo