Umhvørvisstovan: Í 2009 kom kunngerðin um spillivatn í gildi, ið áleggur kommununum at gera eina spillivatnsætlan innan 2011, og at hava eina spillivatnsskipan, sum lýkur krøvini í kunngerðini, áðrenn 2015. Tað eru nú 9 ár síðani.
Eftirlit
Í oktober 2022 byrjaði Umhvørvisstovan eitt eftirlitsátak, har farið varð á eftirlit hjá øllum kommunum í landinum. Í 2022 varð eftirlit framt í seks kommunum og í 2023 í 21 kommunum. Eftir eru Skúvoyar og Fugloyar kommuna, ið báðar eru lidnar við spillivatnsskipanina.
Orsøkin til, at farið varð út til kommunurnar, var fyri at fáa greiðu á, hví fleiri kommunur ikki eru lidnar við spillivatnsskipanina, og hvussu langt hesar eru komnar. Eisini var høvið at skunda undir kommunurnar at fáa spillivatnsskipanina lidna. Hjá teimum kommunum, sum eru lidnar, var høvið at práta um eitt nú viðlíkahald av verandi skipan, skeltir við høvuðsútleiðingarnar og annað.
Støðan í dag
Tær kommunur, sum eru lidnar, tað vil siga, sum í verki hava framt teirra góðkendu spillivatnsætlanir, eru Eiðis, Fámjins, Fugloyar, Hovs, Hvannasunds, Sjóvar, Skálavíkar, Skopunar, Skúvoyar og Sumbiar kommuna.
Eftir eru 19 av 29 kommunum, sum enn ikki eru lidnar við teirra spillivatnsskipanir.
Myndin niðanfyri vísir, nær kommunurnar antin vórðu lidnar ella vænta at gerast lidnar. Tvær kommunur duga ikki at meta um, nær tær verða lidnar við teirra spillivatnsskipan. Tær eru Tórshavnar og Vága kommuna.
##med2##
Á eftirlitunum kom fram, at fleiri av teimum kommunum, sum enn ikki eru lidnar, ikki mangla nógv, sí myndina niðanfyri. Fyrivarni skal takast fyri, at tað eru kommunurnar sjálvar, sum hava mett um, nær roknast kann við, at tær eru lidnar, og tað kann vera munur á, hvussu bjartskygdar kommunurnar vóru.
##med3##
Skeltir við høvuðsútleiðingar
Sambært § 13 í kunngerðini um spillivatn verður álagt kommununum at seta skeltir upp við høvuðsútleiðingarnar. Hetta m.a. fyri at upplýsa borgararnar, hvar hóskandi er at baða og ikki. Skálavíkar og Sjóvar kommuna hava skeltir við útleiðingarnar.
Spillivatnsætlanir
Fyri einum árið síðan sendi Umhvørvisstovan boð út til kommunurnar um at senda eina dagførda spillivatnsætlan inn til góðkenningar. Sambært § 4. stk. 3 í kunngerðini um spillivatn, skulu kommunurnar dagføra ætlanirnar triðja hvørt ár, og so hvørt munandi broytingar ella ískoyti verða gjørd til ætlanirnar. Kommunurnar fingu seks mánaðar til hetta, og tá freistin var farin vóru fáar ætlanir komnar til Umhvørvisstovuna. Eftir hetta hevur Umhvørvisstovan rykt eftir ætlanunum frá teimum kommunum, sum enn ikki eru lidnar við skipanina. Enn eru fáar ætlanir komnar.
Umhvørvisstovan fær illa havt eitt effektivt eftirlit við spillivatnsskipanunum, tá kommunurnar ikki senda dagførda ætlan.
Av teimum 19 kommununum, sum ikki eru lidnar við spillivatnsskipanina, hava hesar sent dagførda ætlan inn til Umhvørvisstovuna:
-
Hvalbiar kommuna
-
Klaksvíkar kommuna
-
Kvívíkar kommuna
-
Tvøroyrar kommuna
-
Viðareiðis kommuna
Umhvørvisstovan fer í næstum at viðgera innkomnu spillivatnsætlanirnar.
Samstundis streingir Umhvørvisstovan á at fáa spillivatnsætlanirnar frá teimum írestandi kommununum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo