Hvannrók: Eg hevði ikki givið mær nógv far um Gásadal lítlu bygdina í Vágum, sum var einasta bygd í Føroyum við ongum vegasambandi. Fylgdi í fjølmiðlunum eitt sindur við politiska spælinum til tess at fáa tunnilin lidnan.
Ongantíð hevði eg gingið upp um Skarð til Gásadals, fekk frá fólki eg at vita, at hetta var serlig náttúruppliving. Í 2008 koyrdi eg fyrstu ferð gjøgnum nýggja tunnilin, og upplivingin at síggja Gásadal var størri, enn eg áður fekk at vita frá fólki.
Stóð bergtikin við tunnilsmunnan og sá stórsligu náttúruna, vakra dalin og lítlu bygdina har niðri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo