Tað gjørdist ein sera spennandi finala millum Drátt og SÍ í Høllini á Hálsi í dag, sum endaði við, at SÍ vann dystin 3-2. Í 5. setti var Dráttur langt aftanfyri, men bardi seg upp á 12-12. So støðgaði og SÍ vann settið 15-12.
Annars kom Dráttur sera illa frá byrjan og tapti fyrsta settið 25-8. Men so vendi dysturin, og Dráttur vann tey bæði næstu settini 25-22.
Bestu leikararnir vóru:
Petra Sunadóttir Hansen, Dráttur
Juliia Kuvshinov, SÍ
Allar finalurnar verða stroymdar á heimasíðuni á kringvarpinum.
Eisini ber til at síggja tær í Flogbóltsvarpinum á Youtube.
Steypafinalurnar í Meistaradeildini verða vístar beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo