Mánadagin 18. oktober var hátíðarløta hjá Poul Hansen, heilsølu, í samabandi við at 4 starvsfólk hjá fyritøkuni høvdu verið í starvi í ávikavist 40, 45 og 50 ár.
Í september og oktober síðsta ár høvdu Rúna Petersen og Símun Midjord 40 ára starvsdag, men vegna koronu varð ikki gjørt so nógv burtur úr tá.
Í juli í ár hevði Janus Gunnarsson 45 ára starvsdag, og í august hevði Finnbogi Danielsen 50 ára starvsdag, og fekk Finnbogi samstundis ”Den kongelige belønningsmedalje”.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo