Staksdagurin í Tjørnuvík hevur verið ein partur av mentanardøgunum hjá Sunda kommunu.
Mentanardagarnir eru sum kunnugt avlýstir orsaka av Covid 19, hetta er tó ikki galdandi fyri Staksdagin.
Leygardagin 19. september verður farið út á Stakkin eftir seyði. Hetta er ein sermerktur dagur í bygdini og samstundis er hetta byrjanin uppá heystfjøllini í Tjørnuvík.
Í ár eru 13 seyðir at taka, 2 veðrar, 4 ær og 7 lomb.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo