Nógva gjøgnumkoyrandi ferðslan húsanna millum í Sandavági og Miðvági er eitt vandamál fyri bygdirnar báðar, sum er darvandi fløskuhálsur fyri ferðsluna, hvønn einasta dag.
Tíbetur er málið um tunnil millum Fútaklett og Vatnsoyrar komið á langtíðarfíggjarætlan landsins, har peningur verður settur av í 2027.
Best hevði verið, um henda ætlan varð framskundað, til fyrimuns fyri allar partar, serliga trygdina og trivnaðin í bygdunum, og eisini, tá ið hugsað verður um okkara framkomnu flogferðslu og ferðavinnuna, sum Visit Faroe Islands, Visit Vágar og vit øll, ynskja, skal mennast.
Ofta verður spurningurin umrøddur, um íbúgvarnir fram við høvuðsvegnum í Miðvági og Sandavági, ynskja, at gjøgnumkoyrandi ferðslan verður leidd aðrar vegir, ella ikki.
Nú verður spurt, hvat íbúgvarnir siga.
Spurnabløð eru send í øll 145 húsini.
- Vónandi svara øll somul. Best, um svarið verður sent áðrenn 1. mai komandi, men nakrir dagar seinni er eisini í lagi.
- Øll svarini verða viðgjørd í trúnaði, og verða burturbeind, tá ið hagtølini eru gjørd, siga fyrireikararnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo