Týskvøldið 13. desember 2022 boðaði samráðingarleiðarin Aksel Johannesen frá, at samráðingarnar millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Framsókn um at skipa eitt nýtt landsstýri vóru slitnaðar.
Orsøkina til slitið segði hann vera ósemja millum Sambandsflokkin og Framsókn um niðurskurð av blokkstuðlinum.
Tað vísir seg, at Framsókn er farið til val uppá blokkniðurskurð og fór fram á valinum. Sambandsflokkurin er ímóti blokkniðurskurði og gekk aftur. Tað var tí heldur løgið at Sambandsflokkurin sprongdi samráðingarnar upp á sín taparapolitikk. Upphæddin var heldur ikki stór. Talan var um minni enn 25 milliónur krónur, sum útreiðslur landskassans vuksu við.
Aksel segði einki um, hvørja støðu Javnaðarflokkurin hevði til ósemjuna millum Framsókn og Sambandsflokkin. Men hansara fráboðan um at hann beinanvegin fer undir samráðingar við Framsókn og Tjóðveldi kann ikki týða annað enn at hann einki hevur ímóti at eftirlíka ynskinum frá Framsókn.
Tann samgonga, sum nú hómast í havsbrúnni, er tí hugað til at vaksa um sjálvstýri okkara og fíggja útreiðsluna við øktum skattum. Hetta megna vit væl, tí føroyingar eru ríkari enn danir. Tað elvir til misnøgd har at teir skulu gjalda skattir til teir ríku føroyingarnar. Hetta halda teir vera órættvíst, og tað verður sagt í tí grafitti, sum sást í Danmark í nitiárunum: “Spar i skat - skyd en færing!” Okkara politikarar fingu sær góða løn, men teir lótu okkara landsmenn fara fyri hund og heyk fyri at sleppa nøkrum undan at gjalda sín part av tí tað kostar at reka samfelagið.
At Javnaðarflokkurin nú hevur slitið samstarvið við Sambandsflokkin og vil vaksa meir um okkara sjálvstýri, enn Sambandsflokkurin vil, er tí ein stórhending.
Spurningurin er bara hvussu vit fáa sum mest sjálvstýri burtur úr teimum 20 milliónunum sum Framsókn skjýtur upp at nýta til at røkka hesum máli.
Ein møguleiki er at lata hesar 20 milliónirnar verða nýttar til at gjalda renturnar av einum sjálvstýrisláni, sum landsbankin tekur upp. Trygdin fyri hesum láni eru skattainntøkur okkara. Tey sum hava skil fyri pengum vita at tey kunnu ikki gera nakra tryggari íløgu enn at lána til eitt av heimsins ríkastu londum.
Sum er renta 20 milliónir eitt lán upp á eina milliard. Hetta er so ivaleyst til at gjalda allar tær útreiðslurnar, Danmark hevur av okkum eitt heilt ár.
Tá hugsað verður um allar teir fyrimunir, sum sjálvstýri gevur, er einki at ivast í, at tað er rætt, at nýggja landsstýri beinanvegin setir seg í samband við nýggju donsku stjórnina og sigur frá at tíðin nú er búgvin til sjálvstýri okkara. Tá semja er partanna millum um at hetta er best fyri báðar partar, er eingin orsøk til drál.
Zakarias Wang
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo