- Fíggjarlógin gevur eina mynd av spinklum yvirskoti á 6,5 mió. kr., men bara stutt gjøgnumgongd vísir eitt hall á yvir 100 mió. kr., segði Jørgen Niclasen seint í gjárkvøldið í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini.
Jørgen Niclasen, sum er fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, var rættiliga atfinningarsamur móti samgonguni undir viðgerðini í gjárkvøldið.
Hann segði millum annað, at samgongufólkini í fíggjarnevndini høvdu pyntað og sminkað fíggjarlógina við yvir 100 mió. krónum.
- Samgonguumboðini hava av sínum eintingum lækkað lógarbundnar útreiðlslur við 19,4 mió. kr. Fakfólk hava gjørt meting av hesum útreiðslum, men tingfólkini í samgonguni halda seg vita betur og hava skorið av, segði Jørgen Niclasen.
Hann helt fram við at vísa á, at eisini hava samgongufólkini hækkað konto viðvíkjandi sølu av almennum bygninum við 6 mió. krónum uttan at siga eitt orð um, hvat skal seljast.
- Uppskot frá landsstýrinum um stuðul til hitapumpur kostar 15 mió. kr. og liggur í løgtinginum. Tað er ikki tikin hædd fyri hesi inntøkuminking í fíggjarlógini.
- Og so standa 30 mió. krónur enn á fíggjarlógini fyri sølu av Teistanum. Landsstýrið hevur boðað frá, at Teistin ikki skal seljast.
- So er eisini flyting millum ár gjørd, har umbýtisavtalan við Tórshavnar býráð um Hoydalar knappiliga betrar úrslitið á fíggjarlógini við 37 mió. krónum, segði Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen, fyrrverandi fíggjarmálaráðharri, øtaðist og vísti á, at bara tað hann higaratil hevði funnið, gjørdi undirskotið á fíggjarlógini til meira enn 100 mió. krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo