Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Eitt av málunum, sum Føroya Lærarafelag hevur arbeitt við í nógv ár, hevur verið at lækka talið av tíðaravmarkaðum størvum. Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum er sinnaður at hyggja nærri at skipanini og gera tillagingar. Ein partur av nógvu tíðaravmarkaðu størvunum liggur í bygnaðinum av játtanini til fólkaskúlarnar. Árliga játtar Undirvísingarstýrið hvørjum skúla sær tímar eftir einum leisti, har ein næmingur meir ella minni í einum skúla kann hava við sær, at játtanin til viðkomandi skúla minkar ella veksur, og hetta hevur samstundis ávirkan á læraratalið. Skipanin er, at skúlar fáa tímajáttanina í mai samsvarandi næmingatalinum í februar, og so verður játtanin endurskoðað og tillagað í september eftir næmingatalinum 1. september.

- Hesin frymilin fer at verða endurskoðaður. Grundleggjandi haldi eg ikki, at skipanin er nóg góð, tá eitt næmingatal, sum er fimm næmingar meiri ella minni, skal vera avgerandi fyri, um ein lærari fær starv ella ikki. Heldur hinvegin eiga vit at hugsa, at leiðslan eigur at hava gott rásarúm, og tað er eisini tað, leiðslurnar vilja hava fyri at kunna ráðleggja. Hevur ein skúli eitt árið fleiri tímar, enn tímajáttanarskipanin leggur upp til, so koma hesir tímarnir næmingunum og lærarunum til góðar so ella so. Skuldi tað víst seg, at næmingatalið í einum skúla minkar eftir eitt tíðarskeið, so eigur tímatalið sjálvandi at verða tillagað, men ikki fyrst í einum skúlaári, tí hetta kann hava so stórar avleiðingar fyri, hvørt tú kanst seta ein lærara ella ikki. Tað er hvørki nøktandi ella rímiligt, at lærarar í so stórum tali skulu hava so ótrygg setanarviðurskifti; tað kann elva til ótta og strongd, so eg eri avgjørt opin fyri at hyggja nærri at hesum og gera ábøtur.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo