Skótahjálpin: Á lítlari samkomu á Gulaskúla í gjár varð peningurin fyri Skótahjálpina handaður teimum báðum verkætlanunum, sum í ár skuldu fáa pengar úr Skótahjálpini.
Í døgunum frá 25. September til 1. oktober gingu skótar úr øllum Føroyum hús úr húsi at ganga fólki til handa afturfyri nøkur oyru til Skótahjálpina. Árið í ár hilnaðist rættiliga væl, og tilsamans savnaði Skótahjálpin inn 215.098 krónur.
Eins og vanligt varð ein triðingur latin til eina føroyska verkætlan, ein triðingur latin til eina útlendska verkætlan, meðan seinasti triðingurin varð latin í vanlukkugrunn, ið letur pening til neyðhjálp úti í heimi, tá vanlukkur eru.
Føroyska verkætlanin, ið fekk pening hesaferð, var sansarúmið á Gulaskúla. Guliskúli er eitt sertilboð til næmingar við serligum tørvi, og í høvuðsheitum hevur Guliskúli næmingar við ADHD ella autismu diagnosum.
Jóhan M. Steinberg, leiðari á Gulaskúla, greiðir frá, at sansarúmið skal vera við til at stimbra sansirnar og dempa órógvið, sum summir næmingar hava í kroppinum.
Við hjálp frá starvsfólkum og tólum, ið hoyra til slík rúm, skal hetta gera næmingarnar betri fyri at hugsavna seg. Næmingarnir fáa stimbran til sansirnar, so teir fáa hvílt órógvið í kroppinum og høvdinum, so teir verða betri førir fyri at læra og at verða sosialir.
Útlendska verkætlanin, ið fekk pening hesaferð, var GlobeServe Frauenschuh Preparatory School, sum er ein skúli í Adidome í Ghana.
Tað eru føroyska Jónhild Dunya og maðurin Samuel, sum hava sett á stovn og rikið skúlan síðan 1998. Á skúlanum, har fleiri enn 420 børn ganga, er forskúli, 1. til 6. flokkur og framhaldsdeild. Eisini verður skúlin nýttur sum kostskúli, so nógv av børnunum búgva á skúlanum.
Jónhild og Samuel greiða frá, at foreldrini hava ikki nógv at lata fyri skúlagongdina, og tí hevur skúlin ikki nógvar inntøkur. Skúlin hevur kortini stóran tørv á borðum og stólum, reolum og skápum, leikum, seingjum, og kanska serliga einum spæliplássi til tey yngstu.
Verkætlanirnar báðar fingu 75.000 krónur hvør. Jóhan M. Steinberg, leiðari á Gulaskúla, tók móti Skótahjálpini fyri Gulaskúla, meðan Jaspur Johannesen tók móti Skótahjálpini fyri Jónhild og Samuel Dunya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo