Í hesum døgum ganga skótar hús úr húsi og bjóða seg fram at hjálpa til við einum hvørjum afturfyri eina peningaupphædd. Peningurin fer til at hjálpa verri staddum børnum enn teimum sjálvum, og júst hetta er tankin aftanfyri skótahjálpina, at vit hjálpa børnum at hjálpa børnum.
Einfaldi leisturin hjá Skótahjálpini, sum tær 4 skótasamskipanirnar stóðu saman um fyri fyrstu ferð í 1984, er nú í gongd fyri 34. ferð. Tiltakið hevur eydnast væl, og føroyingar hava sum heild tikið sera væl ímóti.
Yvir 60 stuðulsverkætlanir
Seinastu nógvu árini hevur innkomna upphæddin verið býtt í tríggjar partar, so ein partur fer til føroyska verkætlan, annar partur til eina útlendska verkætlan og seinasti partur fer í ein kreppugrunn. Samanlagt eru tað sostatt blivnar yvir 60 verkætlanir, sum føroyska skótarørslan hevur stuðlað. Millum tær føroysku kunnu nevnast Diabetesfelagið, Deyvafelagið, Sinnisbati, Blái krossur, Krabbameinsfelagið, Frítíðarheimið í Skrivaragøtu, Fosturforeldrafelagið, ljóðbókastuðul, Ferðslutrygd, Sjúklingahotellið og fleiri onnur. Treytin er, at verkætlanin er til børn, tað vil siga barnaarbeiði hjá ymisku felagsskapunum.
Útlendsku verkætlanirnar hava fevnt víða um heim. Hjálpin er farin til Bangladesh, Kambodja, Filipsoyggjarnar, Tanzania, Ghana, Eystland, Bolivia, Honduras og Ukraina fyri at nevna nøkur. Hetta eru lond, sum flestu eru at rokna sum menningarlond, har fátækradømið er stórt, og matur, klæði, tak yvir høvdið og útbúgving ikki er nøkur sjálvfylgja. Tá skótahjálpin hevur latið pening, hevur dentur verið lagdur á, at latið verður til kendar móttakarar, tvs at føroyingar ella fólk, sum tey kenna, eru á staðnum og fáa peningin at umsita. Eisini skal vera ein neyv lýsing av, hvat peningurin skal brúkast til. Trúboðarar ella onnur, sum hava hjálpararbeiði í gongd úti í heimi, seta seg í samband við Skótahjálpina ella øvut, at skótahjálpin hevur hoyrt um eina verkæltan og setur seg í samband við tey. Ofta hevur tað verið til barnaheim, skúlar ella skúlaútgerð, reint vatn, skógvar ella líknandi, og hvørja ferð hevur hesin stuðul verið sera kærkomin.
Hetta, at tað hevur hildið á í nú 34 ár, merkir, at sera nógvir føroyingar hava verið við til at stuðla, bæði við at ganga skótahjálp ella við at lata pening til skótarnar, sum koma hús í hús ella skipa fyri tiltøkum.
“Skótalógin” fevnir um 10 meginreglur, sum ein skóti skal royna at liva eftir. Hesar snúgva seg um at verja náttúru, røkja sínar skyldur, vera ein góður vinur, og ein teirra er: ”ein skóti er hjálpsamur”. Hóast hjálpsemi er ein meginregla at liva eftir altíð, so er tiltakið Skótahjálpin við til at kasta serligt ljós á júst hendan týðandi partin av at vera skóti og ein góður samfelagsborgari. Samstundis sum hjálp verður veitt í fleiri liðum, fáa skótarnir høvi til at venja høviskan atburð og møguleika at læra nakað nýtt við teimum arbeiðsuppgávum, teir fáa. Hvørt ár kunnu skótarnir taka eitt dugnatekin at seta á skótabúnan í samband við skótahjálpina. Hetta ber í sær at læra um føroyska og útlendska felagsskapin, at læra um landið, sum útlendski stuðulin fer til umframt at luttaka í skótahjálpini.
Bolivia og Sinnisbati
Í ár fer peningur til Boliviahjálpina, sum burturav er ein føroysk stuðulsverkætlan til skúlan TAEPO, í Coches í Andesfjølllunum í Bolivia, har upprunaindianarar búgva. Føroyskur skúlaungdómur hevur gjøgnum fleiri ár við Operatión dagsverk og Boliviahjálpini stuðlað skúlanum, ið er fyri 12-18 ára gomul børn. Á skúlanum hava tey møguleika at fáa sær eina tekniska útbúgving innan handverk sum tekstil- timbur- smiðju- og mekanikaralæru. Møguleikin fyri útbúgving merkir fyri hesi børn lykilin til eitt lív við møguleikum at sleppa undan fátakradømi.
Føroyska verkætlanin er ein skeiðrøð, hjá Sinnisbata -”Time out” - sum er eitt tilboð til børn og systkin at sálarliga sjúkum. Hesi børn hava ofta stúranir og trupulleikar, sum tey ikki megna at tosa um við vinir sínar. Eisini taka tey á seg ov stóra ábyrgd í familjuni, og hetta kann gera, at tey ikki eru varug við egnan tørv sum børn og ung. Endamálið við Time-out er at geva børnunum eitt frírúm, har frítt og lætt er at tosa um sínar avbjóðingar við at vera avvarðandi at sálarsjúkum og at styrkja teirra vitan um sálarsjúku. Time-out varð eisini roynt í fjør og er bygt upp eftir einum leisti, sum hevur góðar royndir og afturmeldingar. Í tíðarskeiðnum, skótahjálpin fer fram, hava skótaliðini høvi til at fáa umboð fyri Boliviahjálpina og frá Sinnisbata út at greiða frá um arbeiðið hjá teimum.
Vónandi taka føroyingar eisini í ár væl ímóti røsku skótunum, um teir koma á gátt. Skótahjálpin heldur fram til leygardagin.
Skótahjálpin 2017
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo