Skiparin á Enniberg, Sonny Johannesen, fyllir 69 ár í dag.
Hann hevur verið skipari í útvið 45 ár, harav 22 við Enniberg.
Ein heilt ótrúliga fittur og dámligur maður, men tá ið tað treingir til, setur hann tingini alvorliga upp á pláss.
At fiska liggur stak væl fyri enn.
Vit hava 820 tons í flaki inni og mangla 90 tons.
Hava fiskað beint yvir hálvan annan mánaða.
Hjartaliga til lukku Sonny!
Ein av manningini
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo