Ræðuligar myndir og frásøgnir eru framvegis at hoyra bæði í Ísrael og Gazageiranum, har yvir 2000 sivil - alt frá nýføðingum til eldri - hava latið lív.
Ein av ísraelsku býunum, sum terrorálopið leygardagin hevur gjørt manntóman er býurin Sderot, sum er tveir kilometrar frá markinum til Gazageiran.
TV 2-korrespondenturin Rasmus Tantholdt vitjaði í gjár Sderot, har vanliga búgva um 30.000 fólk.
- Hamas-krígsmenninir hava skotið eftir øllum, sum teir sóu. Nýføðingum í barnavognum, sum hava ligið og sovið, fólki á gøtuni og heilum familjum í bili.
- Hetta er eitt av størstu terrorálopum nakrantíð, og eisini eitt av teimum mest andstyggiligu, undirstrikar Rasmus Tantholdt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo