Nú hevur sjálvtøkan hjá Betri í Sørvági verði óvirkin síðan áðrenn jól og víst verður til eina sjálvtøku úti í "óbygdum", í terminalinum á flogvøllinum.
Hetta er slett ikki nøktandi fyri kundarnar hjá Betri í Sørvágs kommunu.
Hvørjar ætlanir hevur Betri banki við sjálvtøkuni í Sørvági?
Hetta er/var einasta sjálvtøkan í kommununi har tað er gangandi til hjá flestu íbúgvunum.
Ætlar Betri banki at sleppa sínum kundum í Sørvágs kommunu upp á fjall?
Kann Betri banki alment greiða sínum kundum í Sørvágs kommunu frá hvørjar ætlanir bankin hevur hesum viðvíkjandi?
Ónøgdur kundi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo