Fiskimálaráðið: Føroyar og Russland hava í dag gjørt sínámillum fiskiveiðisáttmála fyri 2023. Talan var um talgildan fund.
Avtalan, sum nú er gjørd, hevur tillagingar, ið taka atlit til broytingar í fiskastovnunum.
Toskakvotan í Barentshavinum fer niður við 20% í 2023, og hevur hetta við sær, at føroysku kvoturnar av botnfiski verða 20% lægri enn í 2022.
Føroyska rækjukvotan hækkar við 1.500 tonsum.
Eisini tær russisku kvoturnar av svartkjafti, makreli og norðhavssild í føroyskum sjógvi lækka.
Føroysku kvoturnar í russiskum sjógvi í 2023 verða hesar: Toskur 12.285 tons, hýsa 1.276 tons, flatfiskur 900 tons og rækjur 4.000 tons.
Russisku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 verða hesar: Svartkjaftur 72.000 tons, makrelur 13.000 tons og sild 8.500, íroknað hjáveiðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo