Um vikuskiftið var kappingarársins fyrsta seyðahundakapping. Eysturoyar seyðahundafelag skipaði fyri kappingini, sum varð hildin í hagapartinum Grønunum. Samanlagt vóru 37 hundar við í kappingini, ið var leygadagin og sunnudagin.
Leygardagin varð kappast í klassa 1 og klassa 2.
Í klassa 1 vann Heri Dam við hundinum Twix, á øðrum plássi var Urbanus Olsen, á triðja Asbjørn Selfoss.
Í klassa 2 vann Anna Sofía Fjallheim við tíkini Kelly, á øðrum plássi var Jónstein Petersen, á triðja Hjalmar Debes.
Í klassa 3 vann René Hansen við tíkini Jann, á øðrum plássi var Tummas Jacobsen, á triðja Jónleif Sólsker.
Kappingin í klassa 3, sum var sunnudagin, er torførasti bólkurin at kappast í. Her vóru 26 hundar á listanum. Hvør hundur og førari fær 15 minuttir at reka seyðin leiðina. Hundurin verður fyrst beittur 300 metrar eftir fimm seyðum at reka teir til mannin. Seyðurin verður síðani rikin burtur frá manninum og gjøgnum tvey lið, ið eru áleið 150 metrar hvørt frá øðrum. Tá ið seyðurin aftur er hjá manninum, skulu maður og hundur taka tveir frá og halda í nøkur sekund, og síðani savna seyðin og reka hann í rætt. Úr rættini skal aftur skiljast sundur, hesa ferð bert ein seyður. Tá ið dómarin hevur góðtikið, at hundurin heldur seyðinum frá hinum, er luttakarin liðugur. Seyðurin skal verða rikin eftir einari so beinari linju, sum til ber. Tess beinari, tess fleiri stig eru eftir.
Nú leygardagin er aftur seyðahundakapping, hesa ferð á Vatnaskørðum í klassa 3, og er tað Suðurstreymoyar seyðahundafelag, ið skipa fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo