Tann sum ruddar altíð, hann ruddar ongantíð
- Johan Restorff

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eysturoyar Seyðahundafelag: Møguliga ein nýggjur kongur í hægstu rók. Jónstein Petersen byrjaði at sýna sínar dygdir sum venjari og førari í fjør og var fyrstu ferð á landsliðnum og kappaðist uttanlands við hundinum Gripi. Um vikuskiftið gjørdi hann aftur ein vørr á Mørkini við Funningsfjørð. Hann fekk lítlafingur fram um og tók sigurin. Ein av favorittunum bleiv nurmmar trý, nevnliga Tummas Jacobsen.

Vinnarin var tó ikki lættur at finna, tá ið annað og fyrsta pláss vóru jøvn í stigum, nevnliga 86 stig. Nú vóru Anna Sofía Fjallheim og Jónstein Petersen í hólmgongu og bara annar kundi vinna. Tá ið ein tílík støða kemur í, verður talt, hvør hevur mest stig fyri beiting, at fáa gongd á seyðin og tilrakstur. Í hesum trimum lutum vann Jónstein á Onnu Sofíu við einum stigi.

Sunnudagin var tvíbeitingarroynd (en. douple fetch) gjørd fyri fyrstu ferð í 10 ár. Har luttóku 5 teir bestu frá leygardegnum. Jónstein Petersen, Anna Sofía Fjallheim við tveimum hundum og Ketty Hentze.

Her vann Jónstein ein tryggan sigur við meiri enn 10 stigum framman fyri Tummas. Nummar trý bleiv Anna Sofía. Sum heild eydnaðist tvíbeitingin væl. Hetta verður vónandi at síggja aftur. Fagurt at síggja ein hund reka 20 seyðir. Vanliga eru bert 5.

Meira um seyðahundakappingar er at síggja á www.hundar.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo