Russisktsetti guvernørurin í Sevastopol, Mikhail Razvozjajev, hevur lýst býin í undantaksstøðu eftir rakettálop sunnudagin.
Tað skrivar russiski ríkismiðilin Tass.
Fýra persónar, teirra millum tvey børn, doyðu í álopinum, og yvir 150 persónar fingu skaða, verður sagt. 79 persónar tilsamans, íroknað 27 børn, eru framvegis innlagdir. Persónar verða eisini sendir til Moskva at fáa viðgerð, skrivar TV 2.
Sambært Russlandi er tað Ukraina sum hevur framt álopið á býin við langtberandi amerikanskum ATACMS-rakettum, men Ukraina hevur hvørki váttað ella avsannað at hava framt álopið.
Í dag er syrgidagur í býnum, verður sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo