Samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn halda fram í dag.
Samráðingarnar millum flokkarnar byrjaðu klokkan tíggju fyrrapartin.
Enn er málsøkjabýtið eftir, og Kringvarpið veit at siga, at tveir dagar eru settir av til at viðgera tað.
Um vikuskiftið gjørdu flokkarnir fyrsta uppskotið um samgonguskjal, og í dag verður arbeitt víðari við hesum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo