- Jeg fucking kvæler dig, hvis du ikke får de hænder om på ryggen. Kan du forstå det? Stop med at kæmpe imod.
Soleiðis segði ein av politistunum eftir øllum at døma við mannin, sum fyrr í vikuni varð handtikin heldur harðliga á Christianshavn í Keypmannahavn, eftir at hann á súkklu tosaði í fartelefon.
Tað er Politiken sum hevur fingið hendur á eini nýggjari upptøku frá einum tilvildarligum fólki, sum ikki kendi mannin sum bleiv handtikin, og heldur ikki visti, hvat alt snúði seg um.
Politiið í Keypmannahavn hevur biðið serliga ákærumyndugleikan um at kanna handtøkuna fyri at vita um politistarnir sum framdu handtøkuna fóru um mark.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo