Í gjár undirskrivaði Dánjal Thomsen, formaður fyri bygginevndina á Sýnini, og Christian Mølgaard frá CJ Bygg, undir sáttmálan um høvuðsarbeiðstøkuna av seinasta partinum av umvælingini á Sýnini.
Arbeiðið umfatar móttøkuna, kjallaran og ein part av køkinum.
Eisini eru sáttmálar undirskrivaðir við Thorfinn Nielsen, fyri el, Klima fyri Ventilatión og Renovent fyri HVS.
Samlaða arbeiðið fer at kosta góðar 6 mió. kr.
Arbeiðið væntast at taka uml. 5 mánaðir, og kemur at verða liðugt seinast í november.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo