Charles Schumer er afturvaldur sum senator úr New York.
Schumer er sostatt valdur til sítt fimta skeið sum senator. Hann var fyrstu ferð valdur senator í 1998. Eingin hevur fyrr sitið meira enn fýra skeið sum senator í New York
Schumer er leiðari hjá demokratunum í Senatinum, men um hann framvegis verður tað ella um demokratarnir missa meirilutan er ikki greitt enn, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo