Skandinaviska flogfelagið SAS hevði 4,8 milliardir krónur í halli roknskaparárið 2020/21. Tað varð kunngjørt í dag.
Bara eitt ár hevur verið verri í søguni hjá flogfelagnum, tað var árið frammanundan tá staðfesta hallið var 6,8 mia kr.
Tað er fyrst og fremst minkaða ferðafólkatalið sum avleiðing av korona sóttini sum er orsøkin til vánaliga úrslitið.
Ein glotti er tað tó, at fjórði ársfjórðingur var munandi betur enn sama tíðarskeið árið fyri. Sølan var nærum tvífalt so stór í fjórða ársfjórðingi.
Anko van der Werff, stjóri, sigur í viðerking, at árið var tað mest avbjóðandi nakrantíð, men hann frøist um at síggja at áhugin fyri at flúgva sær út til at vaksa aftur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo