Sinnisbati: Mikukvøldið 30. novembur kl. 19.00 skipar Sinnisbati fyri valfundi í Smæruni. Vit varpa ljós á sálarheilsu og psykiatriska økið í Føroyum, og tær avbjóðingar, ið standa fyri framman.
WHO metir, at sálarheilsutrupulleikar eru ímillum størstu og kostnaðarmiklastu avbjóðingarnar, og at vit í løtuni eru í eini altjóða sálarheilsukreppu. Hóast hetta, eru møguleikarnir fyri at kunna fáa hjálp og viðger - her og nú - rættiliga sperdir.
Vit síggja eitt stórt trýst á almennu skipanunum í Føroyum við longum bíðirøðum til m.a útgreining, sálarhjálp og viðger, vardum bústøðum, umlætting og frítíðartilboðum.
Tað er umráðandi at fáa loyst ítøkiligu trupulleikarnir, soleiðis at tey, sum hava tørv á hjálp, fáa hjálp. Vit standa tó eisini við stórum skipanarligum avbjóðingum, ið tørva heildarloysnir og langtíðarætlanir fyri at kunna lyfta alt økið og røkka á mál.
Sinnisbati ynskir tí at skipa fyri einum kvøldi, har vit skifta orð um hesar avbjóðingar, og hvussu hesar kunnu loysast. Tí verandi støða er ikki nøktandi.
Kvøldið verður skipað í tveimum umførum. Fyrst verður orðaskifti við viðkomandi fakfólk á økinum.
Tey, ið koma at skifta orð, eru:
- Asta Marjunardóttir, trivnaðarstjóri í Almannaverkinum
- Signhild Johannesen, forkvinna í felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar
- Suni Poulsen, verkætlanarleiðari fyri royndarskipanini við ókeypis sálarhjálp til ung
- Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á psykiatriska deplinum
- Margreth Olsen, stjóri á Sernámi
Í næsta umfari sleppa valevnini í politisku flokkunum framat og fara at tosa um, hvørjar ætlanir tey hava í einum komandi løgtingsskeiði.
Møguleiki verður fyri at seta valevnunum spurningar.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit vóna at síggja nógv fólk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo