Jørgen Niclasen spurdi Ruth Vang hvussu nógv lønin veksur í krónum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, akademikarum og yngri læknum, men fekk einki svar.
Hinvegin fekk Jørgen at vita, hvat hann hevði gjørt, tá ið hann var fíggjarmálaráðharri.
Jørgen Niclasen spurdi:
1. Hvussu nógv veksur lønin í krónum hjá sjúkrarøktarfrøðingi á endastigi í 3 ára sáttmálaskeiðnum, sum er undirskrivað?
2. Hvussu nógv veksur lønin í krónum hjá akademikarum á endastigi í 3 ára sáttmálaskeiðnum, sum er undirskrivað?
3. Hvussu nógv veksur lønin í krónum hjá yngri læknum á endastigi í 3 ára sáttmálaskeiðnum, sum er undirskrivað?
4. Ætlar landsstýrið at halda fram við at økja um lønarmunin millum inntøkubólkar?
Einasta svar sum Jørgen Niclasen fekk til sjálvar spurningarnar - um tað kann kallast svar - vóru seinastu orðini í umfarinum hjá Ruth Vang:
- Tað kostar nógv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo