Russland sigur seg hava skotið niður 75 ukrainskar dronur í nátt. Boðini eru komin á boðtænastuni Telegram, skrivar Reuters.
Russland sigur samstundis, at ongin nevniverdur skaði er hendur, hvørki á fólk ella lutir, av álopunum.
Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til tíðindini úr Russlandi. Men áður hevur Ukraina sagt, at álop á Russland henda sum aftursvar uppá russisk álop á ukrainsk mál.
Dronurnar skuldu eftir øllum at døma fremja álop á eitt oljureinsiverk hjá russiska olju- og gassfelagnum Rosneft sum er nærhendis býnum Tuapse við Svartahavið. Nakað av skaða er hent á reinsiverkinum, eftir at ein drona datt niður har og eldur kom í.
Tilsamans 45 av dronunum vórðu niðurskotnar yvir Rostov landslutinum sum er í útsynningspartinum av Russlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo