Russland hevur síðstu nátt framt eitt stórt álop við rakettum og dronum á Ukraina.
At kalla allir ukrainskir landslutir stóðu fyri skotum, eisini Lviv og Ivano-Frankivsk, som hava mark við Pólland, Slovakia og Ungarn. Pólland sendi jaðaraflogfør avstað, tá russiskar rakettir í 39 sekund komu inn í polskt loftrúm.
Í høvuðsstaðnum Kyiv leitaðu fólk sær skjól millum annað í jarnbreytastøðum sum eru undir jørð (myndin).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo