Russiski trolarin Melkart 3 varð sleipaður á Vestmanna um 8 tíðina í gjárkvøldið, tí hann hevði fingið maskinbrek undir Føroyum.
Trolarin fekk ikki siglt sjálvur.
Vørn veit onki um tilburðin at siga, og tað hevur ikki borið til at fáa eina viðmerking frá Mest.
Sum skilst arbeiða teir hjá Mest við at umvæla brekið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo